Í gjár vóru tveir nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Í báðum førum er smittukeldan kend.
1.221 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 23 smittað í Føroyum – tað er hægsta tal síðani tíðliga í august mánaði. Nógv av teimum smittaðu í løtuni eru ungfólk undir 18 ár.