Framferðin hjá Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í vinnumálum, er átaluverd. Tað halda hansara egnu samgongufelagir, Johan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin, og Beinir Johannesen og Jákup Mikkelsen tinglimur fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá landsstýrismanninum um at fáa heimild til at avmarka upplatingartíðirnar hjá matstovum og skeinkistøðum fyri at forða fyri, at korona fer at breiða seg.
Hinvegin hava bæði løgfrøðingar í Føroyum, og danskir myndugleikar, gjørt vart við, at hetta hevur Løgtingið ikki heimild til, tí lógin um farsóttir er danskt málsøki.
Kortini samtykti Løgtingið tað sama fyrr í ár, men tað var avmarkað til seint í summar. Eisini tá varð framferðin átalað og Helgi Abrahamsen fekk boð frá Løgtinginum, at skuldi Løgtingið samtykkja tað sama eina ferð afturat, mátti mannagongdin vera røtt og tað merkir, at lógin um farsóttir má yvirtakast fyrst.
Men tað hevur Løgmaður sýtt fyri at yvirtaka og nú verður Løgtingið so, enn einaferð, biðið um at samtykkja eina lóg, tað ikki hevur heimild til at samtykkja.
Vinnunevndin hjá Løgtinginum staðfesti í summar, at fer korona at ganga av álvara, har nógv verða smittað, røkkur henda lóg bara til at avmarka matstovur og skeinkingarstøð.
Tí eigur landsstýrið at yvirtaka málsøki, so at tað ber til at taka neyðug stig allastaðni, har nógv fólk savnast, eitt nú til fótbóltsdystir, skrúðgongur og størri fólkamongdir annars.
Tí harmast Vinnunevndin enn eina ferð um støðuna og at landsstýrið einki hevur gjørt fyri at fáa tær røttu lógarheimildirnar til vega.
Vinnunevndin ásannar eisini, at tað er stórur munur á einum skeinkistaði, har tað er opið um náttina, og einari matstovu, har fólk kunnu sita við góðari frástøðu.
– Nevndin mælir tí staðiliga til, at landsstýrismaðurin útvegar sær tær neyðugu heimildirnar, og at skilja ímillum matstovur og skeinkingarstøð, sigur nevndin.
Tey vísa eisini á, at Farsóttarnevndin, ið er fremsta smittuverjuráðgevingin hjá landsstýrinum, hevur ikki mælt til tað, sum nú fer fram, tí hon hevur mælt til, at vit útvega okkum tað neyðuga lógargrundarlagið.
Kortini tekur samgongan undir við hesum og tey halda, at hetta skal vera galdandi til 1. februar.
– Á tann hátt fær landsstýrið eisini tíð og høvi til at fáa tær røttu smittufyribyrgjandi heimildirnar til vegar, sigur samgongan.
Tá ið málið var fyri í vár, var Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, serliga atfinningarsamur ímóti landsstýrinum. Hann vísti á, at tað er ikki heimild fyri slíkum, og at tað, sum varð samtykt tá, var avgjørt eitt undantak.
Hann ávaraði eisini landsstýrið um, at tað, sum hendi í summar, fór ikki at ganga eina ferð afturat.