Korona: Tey hava skilt sína ábyrgd

Ferðavinnan í Føroyum er til reiðar at taka ímóti ferðafólki

Tey, sum arbeiða í ferðavinnuni í Føroyum, hava skilt sína ábyrgd og tey eru klár at taka ímóti ferðafólkum í summar. Tað er niðurstøðan eftir at starvsfólk í ferðavinnuni vóru á koronu-skeiði í gjár. Samfelagið er við at lata upp aftur av álvara og í summar er væntandi, at nakað av útlendskum ferðafólki fer at koma til Føroyar.

 

Í tí sambandi var skeið fyri starvsfólkum í ferðavinnuni. Tað var koronuráðgevingin hjá landsstýrinum, og Visit Faroe Islands, sum skipaðu fyri, og endamálið er at brynja starvsfólkið í ferðavinnuni at taka ímóti útlendskum ferðafólki í summar.

 

 Á heysti í fjør, og tíðliga í ár, hava størri og minni bólkar av starvsfólki í ferðavinnuni annars verið á skeið, bæði ferðafólk á gistingarhúsum, bussførarar, ferðaleiðar, starvsfólk á matstovum, og onnur. Eitt endamál við skeiðnum í gjár var at minna starvsfólk á tað, tey hava fingið at vita á teimum skeiðunum, sigur Visit Faroe Islands í einum tíðindaskrivi.

 

– Endamálið hevur verið at tryggja, at starvsfólkini eru til reiðar at taka ímóti útlendskum ferðafólkum á ein tryggan og ábyrgdarfullan hátt, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, í tíðindaskrivinum. Endamálið er eisini at ferðafólkum, at taka ábyrgd fyri bæði starvsfólkum og gestum, leggur hon afturat. 

 

Á skeiðnum í gjár varð tosað um, at ferðafólk skulu sjálvi hava eina ábyrgdarkenslu, tá tey koma higar, og at tað er týdningarmikið, at tey verða væl kunnað um tað. Serliga eigur dentur at verða lagdur á, at tey lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið er í fýra dagar.

 

– Stig verða tikin fyri at tryggja, at ferðafólk javnan verða mint á týdningin av at lata seg kanna tann fjórða dagin, sigur Visit Faroe Islands.

 

Pál Weihe, koronuráðgevari, gav starvsfólkunum eini góð ráð: Vit skulu bjóða gestum vælkomnir, men samstundis skulu vit heita á tey um at ansa eftir, at tey ikki bera smittuna við sær. Fyrstu dagarnar eftir komu til Føroyar eiga tey øll at rokna seg sum smittuberarar, ljóðaðu ráðini frá koronuráðgevaranum. Myndin er frá Visit Faroe Islands.