Korona: Tey flestu gjørdu sum løgmaður bað tey

Tað var ikki verið nógv lív í náttarlívinum hetta vikuskiftið

Hóast tað verða so nógv fólk smittað við koronu sum ongantíð áður, gjørdu skeinkistøðini í Havn, og aðrastaðni, av at hava opið alla náttina hetta vikuskiftið. Tey hava annars havt stongt um næturnar nú í einar seks vikur, men nú hildu tey, at tey máttu lata upp aftur, tí annars er vandi fyri, at tey ikki hóraðu undan. Løgmaður hevði annars lovað teimum fíggjarliga hjálp fyri inntøkumissin tey hava havt, og fríggjadagin heitti hann staðiliga á tey um at bíða við at lata upp um náttina.

 

Men skeinkistøðini tvíhildu um, at hava opið.  Tey halda, at tað er meiningsleyst at hava stongt, tí mest sum alla aðrastaðni í samfelagnum er virksemið ótarnað. Og hóast smittutølini eru so høg sum ongantíð áður, er eingin innlagdur á sjúkrahús og tí halda tey ikki, at vandi er á ferð.

 

Tey vísa á, at skeinkistøðini hava verið stongd í fleiri umførum í koronu-tíðini og inntøkumissurin hevur verið so stórur, at vandi er fyri, at tey ikki hóra undan, fáa tey ikki gongd á aftur nú.

 

Løgreglan sigur, at tey høvdu væntað, at nú fóru øll at herja á aftur og at taka alt tað forsømda inn aftur, men soleiðis hevur ikki verið. So hóast skeinkistøðini ikki gjørdi eftir áheitanini hjá løgmanni, sær út til at yvirhøvur hava fólk lurtað lurtað betri eftir. Løgreglan sigur, at fríggjakvøldið var ikki nevnivert av fólki í býnum.

 

Í nátt hava heldur fleiri fólk verið í býnum, men ikki nær í námind av tí, tað plagar at verða. Samstundis hevur stemingurin verið rættiliga linligur, so løgreglan hevur ikki havt nakað at gera at í samband við náttarlívið.