Korona: Talið kvinkað upp eftir aftur

Eftir eitt hampiliga stórt fall í gjár, er aftur ein lítil hækking í dag

Hesa seinastu tíðina hevur korona gjørt um seg av álvara, men í fyrradagin og hósdagin vóru munandi færri tilburðir enn dagarnar frammanundan. Eftir at tað hava verið nakrir og 40 tilburðir um dagin í nakrar dagar, fall tað nevniliga niður í 29 tilburðir í fyrradagin.

 

Men nú eru talið á tilburðum økt aftur eitt sindur tí í gjár vórðu 35 nýggir tilburðir staðfestir. Landslæknin sigur, at hann hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. Í gjár vórðu 492 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 566 smittað, fýra fólk eru innløgd, og átta fólk eru deyð við koronu í Føroyum, sigur landslæknin.

 

Men sum vit skrivaðu í morgun, er tað nú eitt stórt øki í Føroyum, sum er púrasta koronufrítt.

 

Les meiri her. Nú er eitt økið í landinum púra frítt fyri koronu