Í løtuni eru 123 fólk smittað við covid-19. Talið hevur verið støðugt vaksandi seinastu vikurnar, og nú kann hetta talið taka ársmetið.
15. juli vóru 132 fólk skrásett at vera smittað við covid-19, og tað er hægsta talið í hesum árinum. Næstahægsta talið var dagin fyri, tá ið 124 fólk vóru smittað.
Síðani 18. september er samlaða talið á smittaðum við covid-19 hækkað dag um dag, og heldur gongdin fram, verður ársmetið tikið ein av fyrstu døgunum.
Umframt tey 123 sjúku eru sløk 500 fólk nú í sóttarhaldi.











