Korona: Tað skal vera skjótari at taka avgerðir

Í eini støðu sum hesari, er tað alneyðugt at bera skjótt at, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum

Tað skal verða lættari hjá føroysku myndugleikunum at taka skjótar avgerðir, tá farsóttir herja. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Men hann leggur afturat, at tað er ein trupulleiki, at lógin um farsóttir er danskt málsøki, tí tað ger tað ósmidligari hjá føroyskum myndugleikum at taka avgerðir skjótt.

 

Tí fer hann nú at skjóta upp fyri landsstýrinum, at lógin um farsóttir verður yvirtikin á føroyskar hendur.

 

– Tá ið ein farsótt sum hendan herjar, er tað alneyðugt, at vit kunnu bera skjótt at. Fyri at tað skal bera til, og alt skal ganga smidliga, má avgerðarmyndugleikin eisini vera á staðnum, sigur landsstýrismaðurin. Nú hava vit barst ímóti koronu í skjótt tvey ár, og henda tíðin hevur víst okkum, at tað er ein trupulleiki, at lóggávan og harvið evsti avgerðarmyndugleiki, ikki er á føroyskum hondum, leggur hann afturat.

 

Hann metir, at lógin kann yvirtakast beinleiðis, uttan samráðingar við danir, tí heilsumál eru sermál, sum kunnu yvirtakast uttan nærri samráðingar. Landsstýrið rindar frammanundan allar útreiðslurnar av farsóttarlógini í Føroyum, og tí verður heldur ikki mett, at yvirtøkan hevur fíggjarligar útreiðslur við sær fyri landskassan.