korona: Tað gongur illa at fáa talið at lækka

Aftur í gjár hækkaði talið á tilburðum

Tað gongur illa at fáa talið á koronu-tilburðum, at lækka. Landslæknin sigur, at í gjár vóru nevniliga 53 nýggir tilburðir staðfestir, aftur ímóti 40 tilburðum í fyrradagin.Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. Í gjár vóru 2.423 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 389 fólk smittað, sjey fólk eru innløgd, og nú eru 13 fólk deyð við koronu í Føroyum.

 

Í gjár vórðu 403 fólk koppsett fyri koronu, so nú hava 91,0 prosent av teimum yvir 12 ár, fingið ta eina sproytu, 87,5 prosent hava fingið tvær sproytur og 10,4 prosent hav fingið tríggjar sproytur