Korona: Tað er óneyðugt at yvirtaka málið

Summi skilja einki av tí, men onnur halda, at tað er óneyðugt, tað gongur fínt, sum er

Tað verður ikki á hesum sinni, at lógin um farsóttir verður yvirtikin, sum føroyskt málsøki. Tað gjørdust greitt seinnapartin í gjár, tá ið stórur meiriluti av Løgtinginum feldi eitt uppskot frá Tjóðveldi um at yvirtaka farsóttalógina, landslæknan, og onnur heilsumál, á føroyskar hendur.

Sum støðan er nú, er farsóttarlógin danskt málsøki og tað merkir, at føroyskir myndugleikar hava ógvuliga avmarkaðar heimildir at seta tiltøk í verk á økinum, tí alt má ganga ígjøgnum danskar myndugleikar. Hetta er serliga aktuelt nú vit royna av øllum alvi at forða fyri, at korona fer at breiða seg í samfelagnum.

Men eisini í hesum sambandi hava føroyskir myndugleikar sera avmarkaðar heimildir og kunnu ikki seta nakað serligt av smittuverjandi tiltøkum í verk, uttan at tað verður gjørt ígjøgnum danskar myndugleikar.

Eitt nú hava vit ikki heimild til at krevja, at fólk, sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald, og vit hava heldur ikki heimild til at krevja, at fólk sum koma til Føroya, skulu lata seg kanna um aftur fyri koronu, tá ið tey hava verið her í seks dagar.

Fleiri tinglimir søgdu, at teir eru fyri at yvirtaka farsóttarlógina, men í uppskotinum hjá Tjóðveldi var talan eisini um at yvirtaka landslæknan, umframt onnur heilsumál, og tað fekk fleiri at ivast. Tí skeyt Tjóðveldi upp at taka alt burtur úr, so at bara farsóttarnevndin skuldi yvirtakast, men Løgtingið tók ikki undir við at broyta uppskotið.

Og tá ið Løgtingið viðgjørdi uppskotið seinnapartin í gjár, var stórur meiriluti ímóti at samtykkja uppskotið, tí bara átta tinglimir atkvøddu fyri og 22 tinglimir atkvøddu ímóti.

Tinglimir, sum eru fyri at yvirtaka farsóttarnevndina, førdu fram, at tað er óskiljandi, at vit ikki vilja hava ræðið á málsøkinum sjálvi, tí so verður tað munandi smidligari at arbeiða.

Men tinglimir í Sambandsflokkinum førdi fram, at korona kann ikki vera eitt argument fyri at yvirtaka farsóttarlógina, tí tað hevur gingið av tí besta hjá okkum at berja smittuna niður undir teirri skipan, sum nú er. Tí hildu teir ikki, at tað var nøkur grund til at yvirtaka málsøkið, í hvussu so er, ikki í skundi.

Eisini fleiri tinglimir í samgonguni, serliga Fólkaflokkinum og Miðflokkonum, eru fyri at yvirtaka farsóttarlógina. Men tey føldu seg noydd at atkvøða ímóti, tí tey vóru bundin av samgonguskjalinum, og tey vóru eisini bundin av eini avtalu í samgonguni um, at mál, sum ikki eru nevnd í samgonguskjalinum, skulu ikki fremjast uttan so, at semja er um tey í samgonguni. Og semja er ikki um at yvirtaka farsóttarlógina, tí Sambandsflokkurin setir seg ímóti tí.