Korona størsta hóttan ímóti sálarheilsu síðani kríggið

Sálarligu avleiðingarnar av koronusmittuni fara at merkjast í langa tíð

Koronusmittan er størsta hóttan ímóti sálarheilsuni síðani seinna heimskríggj, og avleiðingarnar fara at merkjast í fleiri ár, eftir at smittan er bard niður.

Tað sigur virdi sálarfrøðingurin Adrian James, sum er forseti fyri Royal College of Psychiatrists í Onglandi.

Hann vísir á, at tað er eitt bland av koronusmittuni sjálvari, sosialu avleiðingunum og búskaparniðurgongdini, sum hótta sálarheilsuna.

Í Onglandi fara 10 milliónir fólk, teirra millum 1,5 milliónir børn, at hava brúk fyri nýggjari ella meira sálarligari hjálp orsakað av koronukreppuni.

Stovnurin Centre for Mental Health metir, at 3,1 milliónir fólk í Bretlandi, sum ikki áður hava havt sálarligar trupulleikar, fara at fáa brúk fyri sálarligari hjálp – 1,3 milliónir fyri angist og umleið 1,8 milliónir fyri tunglyndi.

– Korona fer at hava víðfevndar avleiðingar fyri sálarheilsuna hjá fólki. Hetta er størsta hóttan síðani seinna heimskríggj, og talan verður um langtíðar avleiðingar, sigur Adrian James við The Guardian.

Tøl frá bretska heilsuverkinum vísa, at ongantíð áður hava so nógv fólk biðið um ráðgeving og hjálp orsaka av sálarheilsuni sum nú.