Tað er framvegis eingin føroyingar afturat, sum hevur fingið korona staðfest. Tað er greitt, nú eisini kanningarúrslitini frá í gjár eru tøk, sigur landslæknin.
Nú eru tilsamans 12.438 fólk í Føroyum kannað fyri korona og tað merkir, at allir teir seinastu 6.041 royndirnar hava verið negativar.
Tað merkir, at tilsamans eru tað 187 føroyingar, sum hava fingið staðfest korona, men teir eru langt síðani frískir aftur.