Korona: Smittutølini eru eksploderað

Fyribils bendir á, at millum tvær og tríggjar ferðir so nógv vóru staðfest positiv við koronu í gjár í mun til fyrradagin.

Hóast tølini í gjár lækkaðu úr  62 dagin fyri niður í 41, so eru tey nú aftur eksploderað. Tí fyribils bendir á, at um 100 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár.

 

Seinustu vikuna hava hesi smittutilburðir verið staðfestir:

 

6. desember: 41

 

5. desember: 58

 

4. desember: 62

 

3. desember: 46

 

2. desember: 62

 

1. desember: 62

 

30. november: 73

 

Tað gevur eitt miðaltal upp á 57 um dagin seinastu vikuna.

 

Taka vit fyribilstalið í dag við, so gevur tað eitt miðaltal upp á 62 um dagin seinastu vikuna.

 

So nú nærkast við reyða ferðsluljósinum hjá landsstýrinum, sum er 75 um dagin í eina viku. Tá verða strangari tiltøk sett í verk.

 

Verða smittutølini eins høg næstu dagarnar, so koma vit upp í reyða feltið – tí um talið verður 89 næstu tríggjar dagarnar, so er miðal talið uppi á 75 fyri eina viku.