Umleið 20 sjúklingar og 20 heilsustarvsfólk á krabbameinsdeildini á universitetssjúkrahúsinum Eppendorf í Hamburg eru smittað við korona-virus, covid-19.
Tað váttar sjúkrahúsið sambært tíðindastovuni DPA í kvøld. Lagt verður aftrat, at nakrir av sjúklingunum eru sendir heim, og aðrir eru framvegis í viðgerð á sjúkrahúsinum.
Eftir at fyrsti tilburðurin varð staðfestur á Eppendorf, vórðu sjúklingar kannaðir og teir, sum vóru testaðir positivir, vórðu beinanvegin avbyrgdir á aðrari deild á sjúkrahúsinum.
Tá heilsustarvsfólk á deildini vórðu kannað, vísti tað seg, at eisini her vóru fleiri smittað. Onnur, sum hava verið teimum smittaðu nær, eru koyrd í sóttarhald heima við hús.
Sambært tíðindamiðlinum Spiegel er korona-smittan helst borin inn á krabbameinsdeildina í Eppendorf í Hamburg við einum vaskifólki.