Tað skal eingin skamtur av koppingarevni fyri koronu fara til spillis. Tað er endamálið hjá heilsumyndugleikunum, og tískil geva tey nú loyvi til, at onnur enn tey, sum standa á koppingarlistanum, kunnu verða koppsett.
Í heilsumálaráðnum siga tey, at loypur koppingarevni av, tá ið dagurin er farin, fáa tey loyvi at koppseta onnur enn tey, sum standa á listanum, heldur enn at lata koppingarevni fara fyri skeyti.
Tað hevur vakt ans, at nøkur fólk, sum ikki hava staðið á koppingarlistanum hava verið koppsett tí at tey, sum koppaseta, hava havt nakrar skamtir til avlops. Tí komu boðini frá myndugleikunum, at bara tey, sum standa á listanum, sum skulu koppsetast.
Men sjúkrahúsverkið hevur viljað havt ein ventil, sum eisini loyvir teimum at koppseta onnur, tá ið eingin annar møguleiki er, heldur enn at lata koppingarevni fara fyri skeyti. Tey halda ikki, at tað er sámuligt, at lata kppingarevni fara fyri skeyti, samstundis sum at trotið á teimum er so ovurhonds stórt.
Sostatt hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú sett eina kunngerð í verk, sum loyvir, at heilsuverkið ger undantak frá kravinum um at fylgja koppingarlistanum treytaleyst.
Samstundis eru mannagongdir gjørdar sum skulu tryggja, at fólk, sum eru á listanum, kunnu boðsendast.
Men í teimum førum, har tey kortini standa eftir við avlopsskamtum, tá ið dagurin er farin, skulu tey sleppa at brúka teir upp á fólk, sum ikki standa á listanum, heldur enn at lata teir fara fyri skeyti. Men eisini í hesum føri eru reglur, so fólk verða koppsett eftir aldri, verður sagt úr heilsumálaráðnum.
Í Danmark eru trupulleikar av, at koppingarevni eru farin fyri skeyti og í sjónvarpinum varð uppslýst, at bara í keypmannahavnar økinum fóru eitt skifti ímillum seks og 35 skamtir vekk – um dagin. Í Heilsumálaráðnum verður upplýst, at í Føroyum er eingin skamtur farin fyri skeyti.