Korona: Skulu ikki longur bíða til landslæknin ringir

Tey, sum hava koronu, skulu nú hava boðini skjótari

Í hesum døgum eru tað rættiliga nógv fólk, sum lata seg kanna fyri koronu. Men, tey, sum fáa staðfest koronu, fáa ikki boð um tað, fyrrenn landslæknin ringir til teirra.

 

Men nú verður hetta broytt, tí tey skulu boðini skjótari, sigur sjúkrahúsverkið.

 

 Hevur tú latið teg kannað fyri koronu á einum av kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum, fært tú nú eisini sms-boð,  táið úrslitið er positivt, sigur Sjúkrahúsverkið.

 

Tað hevur avgerandi týdning, at fólk fáa boð sum skjótast, tá úrslitið av kanningini er positiv so at tey kunnu fara í sóttarhald. Tí skulu tey nú fáa boð beinanvegin, tá úrslitini eru klár, sigur Sjúkrahúsverkið.

 

##med2##

 

Áður hevur mannagongdin verið tann, at tey smittaðu fingu boð, tá Landslæknin setti seg í samband við tey. Nú smittutølini hava verið methøg, hevur tað tikið longri tíð hjá Landslækanum at fáa fatur á øllum. 

 

 Í boðunum frá Sjúkrahúsverkinum stendur úrslitið av kanningini, og at fólk verða biðin um at fara í sóttarhald. Men landslæknin fer framvegis at ringja til tey ið eru smittað, við nærri kunning og leiðbeining.

 

 Umframt at fáa sms-boð, verður ein váttan eisini send í telduposti.

 

Hetta eru sms boðini, eingin vil hava