Korona: Seta enn fleiri tiltøk í verk á Landssjúkrahúsinum

Sjúkrahúsverkið hevur longu avmarkað talið á vitjandi – og nú verður ein avmarking afturat

 

 

 

Nú talið á tilburðum av koronu er eksploderað hesar seinastu dagarnar, eru tað eisini fleiri, sum hava sett tiltøk í verk fyri at tálma smittuspjaðingini. Í sjúkrahúsverkinum hava tey longu sett ta avmarking í verk, at fólk sleppa ikki longur inn á sjúkrahúsini at vitja sjúklingar uttan at avtala er gjørd um tað við sjúkrahúsið frammanundan.

 

Og nú eru serligar avmarkingar eisini settar í verk á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Landssjúkahúsið boðar frá, at nú so nógv fólk verða smittað, sleppa vitjandi ikki longur inn á føðideildina.

 

Tað merkir, at fyribils er tað bara makin, sum kann koma við til ljósmóðirviðtalu, ultraljóð og føðing – men tað er sjálvandi treytað av, at makin er frískur.