Korona: Pengarnir fossa úr kassanum

Játtanin, sum skuldi vara í tríggjar mánaðir, fer neyvan at vara longur enn ein mánað

Nú korona herjar sum ongantíð áður, eru tað eisini rættiliga nógv fólk, sum lata seg kanna fyri koronu. Talið á kanninginum hjá sjúkrahúsverkinum liggur javnan á 4.000 um dagin og onkuntíð meiri.

 

Og hetta er ein dýr søga fyri sjúkrahúsverkið. Higartil hevur Løgtingið játtaði góðar 18 milliónir til koronukanningar og endamálið var, at tað skuldi røkka til koronukanningar allan tann fyrsta ársfjórðingin í ár.

 

Men Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, sigur, at heldur hendan støðan fram, er lítið gott eftir av játtanini longu tá ið hesin mánaðurin er farin aftur um. Hann sigur, at longu hendan mánaðin hava tey kannað eini 50.00 fólk, sum næstan svarar til alt fólkatalið í Føroyum. Hann sigur, at tað, tey leysliga hava roknað seg fram til, er, at játtanin á fíggjarlógini skuldi røkka til einar 100.000 kanningar. Tað er ilt at siga hvat hvør kanning kostar, tí prísurin er samansettur av lønum, kanningarútgerð, greiningarútgerð, verndarútgerð, og øðrum kostnaðum.

 

Hetta er eisini ein spurningur, sum hevur ørkymlað politikarar og fleiri politikarar hava stúrt fyri, at kostnaðurin fyri at kanna fólk fyri koronu fer at sláa botnin undan landskassanum, sum onkur av teimum tók til.

 

Tí vildu teir hava landsstýrismannin í heilsumálum at seta tiltøk í verk fyri at avmarka talið á kanningum á Sjúkrahúsverkinum og fyri at fáa fólk at gera meiri burtur úr at brúka snarkanningar. Í hesum sambandi varð ein nýggj reglugerð sett í verk, sum sigur, at bara tey, sum hava eina serliga orsøk til at lata seg kanna fyri koronum skulu lata seg kanna hjá heilsuverkinum. Tað eru tey, sum føla okkurt á sær, ella sum hava verið í beinleiðis samband við onkran, sum er smittaður.

 

– Tað er eingin grund til at kanna frísk fólk fyri koronu, vóru politikarar mestsum samdir um. Øll hini skulu brúka snarkanningar og tað merkir, at arbeiðspláss, skúlar, og onnur, sum vilja kannast, mestsum bara av trygdarávum, skulu brúka snarkanningar. Men tann boðskapurin hevur ikki vunnið frama, tí fólk kanna seg á Sjúkrahúsverkinum sum ongantíð áður.

 

Steinar Eirikstoft tekur undir við hesum, tí kanningarnar á heilsuverkinum eru dýrar. Men hann sigur, at tað er ikki akkurát hansara borð, tí á Sjúkrahúsverkinum eru tey biðin um at gera eitt arbeiði og tað gera tey.

 

Niðanfyri er leiðbeiningin sum varð gjørd um, hvør skulu lata seg kanna við pcr kanning hjá sjúkrahúsverkinum og hvør skuldi brúka snarkanninar, ella skundkanningum, sum tey kalla tað her.

 

##med2##