Nú er talið á smittutilburðum aftur minkað nakað. Landslæknin sigur, at í gjár vórðu 29 nýggir tilburðir av koronu, staðfestir, eftir at tølini hava verið tvær, ogtríggjar ferðir so høg hesa seinastu tíðina. Spurningurin er so um minkingin stendur við
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. í gjár vórðu 2.343 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 682 smittað, og seks eru innløgd við koronu í Føroyum.