Korona: Nú kunnu foreldur aftur biðja um tíð til børnini

Men undirtøkan er avmarkað

Leygardagin varð esini farið undir at koppseta børn ímillum 5 og 11 ár fyri koronu. Tá var pláss fyri 30 børnum til koppsetingar og allar tíðirnar vórðu upptiknar. Eitt av børnunum møtti ikki og sostatt vórðu 29 børn koppsett leygardagin. Koppsetingin fer fram á Tjaldurs Apoteki í Havn, og tað er fólk hjá Sjúkrahúsverkinum sum koppsettu. Samstundis er lækni eisini til staðar, tá ið koppsett verður

 

Í dag verður so hildið fram at koppseta børnini í hesum aldursbólkinum. Hjalti Gunnarson, landsapotekari segði við info í mánadagin, at í dag verður pláss fyri 60 børnum til koppetingar. Somuleiðis verður eisini koppsett leygardagin og tá verður aftur pláss fyri 60 børnum.

 

Men undirtøkan er rættiliga avmarkað. Sjúkrahúsverkið upplýsir, at nú fyrrapartin er utíðir bílagdar til at koppseta 20 børn og higartil eru tíðir bílagdar til at koppseta 15 børn.

 

Enn verður bara koppsett á Apotekinum í Havn, men ætlanin er eisini at koppseta á hinum apotekunum eisini.

 

Tað eru eini 5.000 børn í Føroyum í aldrinum 5 til 11 ár.