Korona: Nú er nýggi omikron-varianturin eisini staðfestir í Føroyum

Vit eru ógvuliga stúrin um gongdina, sigur landslæknin

Nú er nýggi omikron-varianturin av koronu eisini komin til Føroyar. Tað váttar Lars Fodgaard Møller, landslækni. Hann sigur, at tveir tilburðir eru staðfestir í nátt, men teir eru partar av eini størri smittuketu, so hann væntar at tað eru fleiri tilburðir.

 

Tey arbeiða nú av øllum alvi at fáa fatur á øllum teimum, sum eru í hesi smittuketuni fyri at fáa tey í sóttarhald við tí endamáli at forða fyri, at hesin varianturin skal breiða seg.

 

Men landslæknin ásannar, at tey eru ógvuliga stúrin um støðuna, og um tað fer at eydnast at forða fyri, at hesin varianturin breiðir seg. Hann sigur, at tey, sum eru smittað, eru liðugt koppsett. Hann hevur tosað við tey og tey eru ikki serliga sjúk. Hinvegin eru tey akkurát smittað, so landslæknin vónar, at sjúkan ikki fer at versna, sum dagarnir ganga.

 

Hann sigur, at sostatt er niðurstøðan fyribils, at koppsetingin verjir ikki so væl fyri hesum nýggja variantinum, men vónandi ger koppsetingin, at tey ikki verða serliga sjúk. Men samstundis smittar hesin nýggi varianturin nógv verri enn tann delta-varianturin, vit hava vant okkum við.

 

Hann sigur, at tað, tey alla tíðina hugsa um, er at forða fyri, at fleiri sjúklingar mugu leggast á sjúkrahús við koronu, tí tað leggur sjúkrahúsverkið undir trýst.

 

Sum vit skrivaðu í morgun, er játtanin hjá sjúkrahúsverkinum til koronukanningar, uppi, og hendir ikki okkurt, mugu tær skerjast munandi, Les meiri um tað her. Eingir pengar eftir til koronukanningar

 

Landslæknin sigur, at hetta er heilt avgjørt ikki rætta tíðin at avmarka talið á koronukanningum. Gera vit tað, kunnu vit akkurát tað sama tveita handklæði í ringin, sigur hann. Men hann er sannførdur um, at talið á kanningum fer ikki at verða skert. Tað fer ikki at henda, sum støðan er, sigur hann.

 

Enn er óvist, hvussu nógvir koronu-tilburðir vórðu staðfestir í gjár, men vit hava frætt, at tað liggur um eini 70 - 80.