Tað svitast ikki, at koronukanningar eru eitt týdningarmikið amboð í royndunum at basa koronu. Tað sigur Pál Weihe, læknafakligur ráðgevari í koronu. Koronakanningar eru við at verða ein dýr søga fyri landskassan og bæði landsstýrismaðurin í heilsumálum, og løgtingsmenn halda, at tað er eingin orsøk til at kanna fólk, sum eru frísk.
Les meiri um tað her: Korona: Vit skulu ikki altíð lurta eftir læknunum
Pál Weihe hevur áður sagt fyri okkum, at hóast koronu-kanningar eru dýrar, er tað ein góð íløga í samfelagið, tí verður samfelagið lukkað, ella verða framleiðsluvirki løgd lamin av koronu, verður tað eisini sanniliga ein dýr søga fyri samfelagið.
Les meiri um tað her: Kostar tvær milliónir um dagin – men tað er ein góð íløga
Pál Weihe heldur fast við, at tað hevur alstóran týdning, at vit eisini kanna fólk, hóast tey ikki hava nøkur sjúkutekin. Hann vísir á, at hann hevur fingið at vita, at børn hittast til ítróttardyst og venjingar og hann sigur, at tað er rættiliga týdningarmikið, at tey verða kannað, tí tað eru børnini, sum dríva smittuna runt í samfelagnum.
Tað nyttar ikki nógv, at skúlarnir leggja orku í at halda flokkarnar sunduskiltar, tá ið børn og ung koma saman til frítíðarítriv saman. Tí eiga tey at verða kannað fyri at tryggja okkum, at tey eru smittufrí.
Les eisini: Tað eru rættiliga nógvir koronu-kongar í Føroyum
Hann sigur, at út frá einum læknafakligum sjónarmiðið, hevur tað stóran týdning at fólk lata seg kanna, tí tað ger, at vit finna tey, sum eru sjúk, uttan at vita tað, tí tey kunnu smitta onnur. Eitt, hann vísir á, er, at børn undir 12 ár verða ikki koppsett, so tey kunnu ikki fáa koronupass uttan at tey eru kannað.
– Eg mæli framvegis til, at tað er eitt hent amboð at kanna fólk, tí tað kann verja okkum væl, soleiðis sum støðan er, tí øll vita ikki, at tey eru sjúk, og eru smittuberarar, so einfalt er tað, sigur Pál Weihe.
Og hann heldur framvegis, at øll, sum koma til Føroya, eiga at verða kannað fyri koronu. Hvør ið so skal rinda fyri kanning, er ein onnur søga.