Í gjár vóru níggju nýggir tilburðir av covid-19 staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, átta tilburðir eru partur av kendari smittukeldu, í einum av førinum er smittukeldan ókend.
502 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 16 fólk smittað í Føroyum – hetta er hægsta tal síðani fyrst í august mánaði.











