Korona: Nú eru bara tríggjar forðingar eftir

Men vit vænta, at fleiri føroyingar fara at fáa korona, sigur løgmaður

Nú kann lívið aftur livast í Føroyum, sum vit livdu áðrenn korona – næstan.

Tað er boðskapurin frá løgmanni í morgun, tá ið hann greiddi frá, hvussu enn meiri ferð verður sett á føroyska samfelagið.

Hann sigur, at í roynd og veru er tað í fáum londum, at vit kunnu liva so frælst, sum vit gera í Føroyum.

Og nú eru tað bara tríggjar avmarkingar, sum eru eftir. Skeinkistøð skulu framvegis lata aftur klokkan 22, festivalar skulu ikki vera í mai ella í juni og tey, sum koma til Føroya, skulu í sóttarhald í tvær vikur.

– Á  einum festivali er smittuvandin stórur, og fer eitt fólk á festival við smittuni, er skjótt at missa tamarhaldið, tí tað er vónleyst at vita, hvønn viðkomandi hevur verið í samband við, sigur løgmaður.

Tað merkir, at nú verður enn meiri latið upp, soleiðis, at allir skúlanæmingar fara aftur í skúla í næstum.

Samstundis verður nú mælt til, at vit skulu vera minst ein metur frá hvørjum øðrum, har vit higartil hava skula verið tveir metrar frá hvørjum øðrum. Men har fólk í vandabólki eru, skulu vit framvegis vera tveir metrar frá hvørjum øðrum.

Nú kunnu fótbóltsdystirm kappróður, og annar ítróttur, haldast við áskoðarum, tí í samráð við koronaráðgevingina.