Danska uttanríkisráðið mælir nú øllum frá at fara uttanlands at ferðast yvirhøvur. Sostatt hava tey sett øll heimsins lond á reyða lista, sum tey staðiliga mæla fólki frá at fara til. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum annars høvdu ætlað sær at fara uttanlands í arbeiðsørindum. Nýggju tilmælini koma í gildið beint nú og sostatt eru tey galdandi fyri allar ferðir, eisini ferðir, sum annars eru neyðugar.
Myndugleikarnir í Føroyum halda seg til tilmælini frá danska uttanríkisráðnum, og sostatt merkir tað, at heldur ikki føroyingar eiga at fara uttanlands at ferðast.
Uttanríkisráðið í Danmark vísir á, at fleiri variantar at koronu eru farnir at herja um allan heim, og summir av teimum smitta reiðiliga illa. Ein av hesum er tann enski varianturin, sum longu er komin til Danmarkar, men aðrir variantar eru eisini, sum ikki eru komnir til Danmarkar. Og endamálið við nýggju tilmælunum er nettupp at forða fyri, at teir koma til Danmarkar.
Samstundis eru treytirnar fyri at koma til Danmarkar, eisini herdar munandi. Tað merkir, at fólk sleppa bara til Danmarkar í serligum ørindum og tey skulu undir øllum umstøðum verða kannað fyri koronu og hava eitt negativt kanningarúrslit við sær, sum ikki er eldri enn 24 tímar.
Heilt serlig ørindi kunnu vera tey, sum koma til Danmarkar, er maki, ella nærmasta familja hjá onkrum, sum hevur álvarsliga sjúku, ella hevur høvuðsábyrgdina av einum barni. Fólk, sum skulu í onnur lond, kunnu eisini koma ígjøgnum Danmark, men tað skal vera beinleiðis.