Tað eigur at verða lættari hjá fólki, sum ikki duga at brúka teldu, at bíleggja tíð at verða koppsett fyri koronu. Tað heldur Beinta Løwe Jacobsen, tinglimur fyri Tjóðveldi og nú spyr hon Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, um hann fer at gera nakað við tað.
Tí skal hann nú greiða Løgtinginum frá um hann ætlar broyta skipanina, so at tað ber til at bíleggja tíð til koppseting upp á aðrar enn nú.
Hon vísir á, at núverandi bíleggingarskipan krevur, at fólk, sum ikki duga, ella sum ikki brúka teldu, mugu fáa onkran avvarðandi, ella onkran annan, at hjálpa sær. Og tað merkir, at tey mugu lata øðrum p-talið hjá sær.
Løgtingskvinnan heldur, at hetta kann ikki sigast at vera virðiligt, tí tað, at fólk eru eldri, merkir ikki, at tey hava mist allar førleikar, ella at tey er gjørd ómyndug. Og Harumframt er heldur ikki vist, at fólk vilja draga onnur inn í síni persónligu viðurskifti, sigur hon
Beinta Løwe jacobsen vísir eisini á, at bíleggingarskipanin er ogn hjá eini privatari fyritøku, Smyril Line, sum eisini hevur ment hana, og tí vil hon eisini hava landsstýrismannin at greiða frá, hvør hevur atgongd til upplýsingarnar í skipanini.