Í royndunum at berja koronu niður, er tað eitt staðiligt tilmæli, at øll, sum koma til Føroya, halda seg fyri seg sjálví teir fyrstu dagarnar og at tey lata seg kanna um aftur, tá ið tey hava verið her í tveir dagar.
Men hagtølini hjá Heilsumálaráðnum vísa, at tað er ikki so frægt sum helvtin av teimum, sum koma til Føroya, sum fylgja hesum tilmælinum. Og tá er støðan enntá batnað munandi hesa seinastu tíðina, tí eitt skifti í heys vóru tað ikki meiri enn 15-20 prosent at teimum, sum komu til Føroya, sum lótu seg kannað, eftir at tey vóru komin til Føroya.
Annars hevur landslæknin sagt, at kanningin, tá ið fólk hava verið her í tveir dagar, er týdningarmiklari enn kanningin, tá ið tey koma, tí úrslitið kann saktans vera negativt, táið fólk koma, hóast tey eru sjúk, men so er royndin annan dagin positiv.
Men royndirnar vísa, at tað hevur alla tíðina gingið strilti at fáa fólk at fylgja hesum tilmælunum. Tá ið tað stóð frægast til var um árskiftið í fjør, tí tá vóru tað, eitt heilt stutt skifti, upp á einar tvær vikur, at eini 70 prosent av teimum, sum komu hendavegin, lótu seg kanna um aftur. Men tað fall heilt skjótt niður aftur á 50-60 prosent. Men í vár lækkaði talið langt niður og har hevur tað ligið í alt summar, og í heilt heyst, har bara 30-40 prosent fylgdi tí tilmælinum – til tað enntá fall niður í eini 15 prosent av teimum, sum komu higar, sum lótu seg kanna annan dagin.
Pál Weihe, ráðgevari í koronu, fegnast um at kanningarnar við markið eru tikin upp aftur, tí nú kunnu tey, sum gera kanningarnar á markinum, minna fólk staðiliga á um at lata seg kanna um aftur, og kanska fer tað at hjálpa.
Farsóttarlógin er ikki yvirtikið málsøki, so myndugleikarnir hava ikki heimild til at krevja, at fólk skulu lata seg kanna umaftur, tá ið tey hava verið her í tveir dagar.
Samstundis fegnast hann um, at nú kunnu børn eisini lata seg koppseta. Aloftast verða børn ikki serliga sjúk av koronu,so tá ið tey verða koppsett, er tað fyri at verja onnur. Pál Weihe er greiður yvir, at fólk ivast í tí at lata børn koppseta fyri at gera samfelagnum eina tænastu – men hann leggur afturat, at vit gera øll samfelagnum eina tænastu við at lata okkum koppseta.