Korona ger aftur um seg av álvara og støðan kann verða álvarslig. Tað siga tey í Heilsuverkinum, nú Løgtingið hevur eina umbøn um eykajáttan til viðgerar.
Heilsuverkið sigur, at eitt fyribyrgjandi tiltak ímóti koronu er, at tað skal vera lætt og ómakaleys hjá fólki at verða kannað fyri koronu. Og tað eru eisini nógv, sum lata seg kanna og Heilsuverkið væntar, at alla restina av árinum fara tilsamans eini 4.000 fólk at lata seg kanna fyri koronu – um vikuna, á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Tað er nógv meiri enn tey høvdu væntað og av tí sama fara útreiðslurnar eisini at hækka. Sjúkrahúsverkið hevði væntað, at tað fór at kosta 12 milliónir hjá sjúkrahúsunum at kanna fólk fyri koronu restina av árinum og hjá Landssjúkrahúsinum at hava kanningarstøð á Eystarubryggju.
Eykaútreiðslur fara eisini at standast av av hava koronudeildina tøka til sjúklingar, sum verða innlagdir og til at koppseta fleiri fólk, eisini nú ávísir aldursbólkar kunnu verða koppsett fyri triðju ferð so tilsamans er talan um eykaútreiðslur upp á einar átta milliónir restin av árinum.