Tað er eingi tekin um, at korona fer at hæsa av, tvørtur ímóti gongur smittan við fullari styrki og bara í fyrradagin vóru heili 111 fólk smittað í Føroyum Men kortini væntar løgmaður, at fylgja vit tilmælunum frá landsstýrinum, hava vit bart smittuna niður upp á tvær vikur, men so bjartskygdur er Pál Weihe ikki. Hann vísir á, at nú smittar korona so illa, at hann mælir til at vit seta enn fleiri avmarkingar, og tiltøk í verk, enn landsstýrið hevur skotið upp.
– Vit kunnu gera okkum vónir um at bjarga jólamánaðinum, so at vit kunnu stákast til jóla, sum vit plaga, sigur hann. Men hann leggur afturat, at tað krevur, at vit fara enn longri, enn landsstýrið hevur mælt til.
Les eisini: Her eru nýggju tilmælini hjá landsstýrinum
Í fyrsta lagi mælir Pál Weihe til, at vit kappa alt samband við onnur enn við okkara arbeiðspláss og okkara húsfólk so nógv, sum tað yvirhøvur ber til. Tað merkir, at tá ið vit koma heim frá arbeiði, halda vit okkum heima, ella í hvussu so er, halda okkum fyri okkum sjálvi, men tað ber væl til at passa seyð, fara í hagan, ella at gera annað, fyri seg sjálvan. Men vit eiga ikki út aftur í veitslu, í føðingardag, á fund, á ráðstevu til sjónleik og til onnur frítíðarítriv - ella í bindiklubb. Og tá ið vit fara til handils, eiga vit at vera í masku, leggur hann afturat.
– Tað ljóðar rættiliga keðiligt, men offra vit okkum so mikið, og avmarka okkara sosiala samband so nógv, sum, tilber, fær korona eisini vánalig kor at breiða seg – og so eru útlit fyri, at vit kunnu gleða okkum til at njóta jólamánaðin, sum vit plaga, sigur Pál Weihe.
Fleiri kanningarstøðir á bygd
Pál Weihe heldur, hóast summi øki eru harðari rakt enn onnur, má niðurstøðan nú vera tann, at korona herjar um alt landið. Tí heldur hann, at vit eiga at gera nógv meiri burtur úr at kanna fólk fyri koronu. Annars hevur Sjúkrahúsverkið mælt til, at fólk, sum annars eru frísk, ikki lata seg kanna fyri at tey, sum hava eina grund til at lata seg kanna, kunnu sleppa framat.
Les meiri her: Hesi eiga IKKI at lata seg kanna fyri koronu
– Korona breiðir seg so skjótt, at eingin kann vita um tað er nøkur orsøk til at lata seg kanna, sigur Pál Weihe. Tí heldur hann, at øll eiga at lata seg kanna – og tað oftani eisini, tí so fáa vit isolera tey, sum eru smittað. Sostatt mælir hann eisini til at vit seta nógv fleiri fólk av til at kanna fólk fyri koronu, og at kanningartoymið verða skipa fleiri staðni runt um í landinum, í hvussu so er í øllum teimum stóru bygdunum.
Hann sigur, at tað hevur einki upp á seg at gera hesar kanningarnar, so tað kunnu øll læra upp á nakrar minuttir, so tað ber væl til at skipa kanningarstøðir í teimum stóru bygdunum í eini handavending.
Men skulu vit gera okkum vónir um at basa smittuni innanlands, krevur tað eisini, at vit forða fyri, at vit ikki fáa enn meiri smittu inn á okkum uttanífrá. Tí mælir hann til, at øll, sum koma til Føroya, verða kannað. Tá ið farsóttarnevndin ikki er sinnað til tað, heldur Pál Weihe, at vit kunnu seta eina kanningarstøð upp á flogvøllinum, og á bryggjuni, og bjóða øllum fólkum at verða kannað. Farsóttarnevndin hevur sett sum krav, at tey, sum koma higar, skulu hava koronupass, men Pál Weihe vísir á, at eisini fólk, sum hava koronupass, kunnu vera smittað, og tey kunnu smitta onnur og tí heldur hann ikki, at tað er nóg mikið.
Tað hava vit roynt áður og royndirnar av tí eru, at tað eru øll, sum eru sinnað at lata seg kanna, tí tað hevur einki upp á seg. Tað var bara tvey, trý ferðafólk av øllum, sum ikki tóku av, sigur hann.
Samstundis leggur hann dent á, at kanningarnar eiga at vera ókeypis.