Uttanríkisráðið í Noregi mælir nú norðmonnum frá at fara til Føroyar, uttan tá ið talan er um átrokandi ørindi.
Tað skrivar Ritzau í dag. Tíðindastovan sigur, at myndugleikarnir í Noregi hava sett Føroyar á tann reyða listan, sum er listin yvir lond, har tað verður mælt frá at fara, uttan tá ið talan er um átrokandi ørindi. Føroyar eru komnar á listan saman við Íslandi, Malta, Niðurlondum, Pólandi og Kypern.
Orsøkin til frámæli er, at korona er farið at ganga av álvara í hesum londunum. Harumframt mælir uttanríkisráðið í Noregi frá at ferðast til tveir landspartar í Danmark, nevniliga til Miðjútland og til Sælands.
Teir norðmenn, sum fara til Føroyar, skulu sostatt í sóttarhald í 10 dagar, tá ið teir koma aftur.
Hinvegin hevur uttanríkisráðið í Danmark ikki mælt fólki frá at fara til Noregs og tað er eisini galdandi fyri føroyingar.