Skeinkistøðini í Havn, og aðrastaðni við, fara nú at hava opið aftur alla náttina, sum tey plaga. Annars er tilmælið frá landsstýrinum, at tey skulu lata aftur klokkan 23, men skeinkistøðini duga ikki at síggja nakra meining í hesum, tí hóast smittutølini eru so høg, sum ongantíð áður, verða fólk ikki so sjúk, at tey verða innløgd. Í morgun upplýsti Tummas í Garði, læknafakligur varastjóri á Landssjúkrahúsinum, at eingin er innlagdur við koronu.
Annars hevur landsstýrið nú lagt eina ætlan fyri, hvussu allar avmerkingar í sambandi við koronu, kunnu takast av. Ein partur av tí er, at næsta vikuskiftið kunnu skeinkistøðini hava opið alla náttina.
Á tíðindafundi í morgun heitti løgmaður staðiliga á náttarlívið um at geva tol í eina viku afturat. Hann sigur, at beint nú eru smittutølini so høg, at hóast eingin er innlagdur, ávirkar koronu allar tættir í samfelagnum, tí bæði í heilsuverkinum, almannaverkinum, á skúlum og á dagstovnum, og á framleiðsluvirkjum, eru nógv smitta og tað hevur kostnaðarmiklar avleiðingar fyri samfelagið.
Tí vil løgmaður hava skeinkistøðini at bíða í eina viku afturat, áðrenn tey fara at hava opið aftur, sum vant. Hann sigur, at tann 1. februar vænta tey, at korona er komið í hæddina og at tað fer at smittutølini fara at lækka aftur.Tí vil hann hava okkum at steðga á við náttarlívinum í eina viku afturat, tí smittutølini, vónandi, fara at fella aftur.
Hann ásannar, at støðan hjá skeinkistøðunum er ring, tí tey hava mist nógva inntøku hesa tíðina, tey hava latið aftur. Men nú vónar hann, at tey sláa kalt vatn í blóðið og geva tol í eina viku afturat, tí tá eru vit, vónandi, komin um tað ringasta.
Løgmaður sigur, at tilmælið frá landsstýrinum er grundað á støðuna, sum hon er nú, men broytist støðan eru tey til reiðar at viðgera tey.