Hondbóltsfelagið ÍF Føroyar í Danmark hevur rakt sviðan av koronu, eftir at smitta av álvara hevur verið staðfest í felagnum.
Felagið heldur, at smittan kom í hópin frá einum dysti hjá 1. mansliðnum týsdagin 29. september. ÍF Føroyar fekk ikki boð um smittuna fyrr enn leygardagin 3. oktober, og tíverri hevði felagið júst hildið samansjóðingardag dagin fyri.
ÍF Føroyar sigur, at til samansjóðingina vóru færri enn 30 luttakarar, og sostatt helt felagið seg innan fyri donsku koronutilmælini, ið siga, at ikki fleiri enn 50 fólk skulu savnast.
Tað er kortini líkt til, at smittan hevði spjatt seg nógv í spælarahópinum hjá ÍF Føroyum, tí longu dagin eftir, at boðini komu frá mótstøðufelagnum - sum altso eru tveir dagar eftir samansjóðingardagin - var fyrsti tilburður staðfestur í ÍF Føroyum.
Felagið staðfestir á heimasíðuni, at fleiri tilburðir løgdust aftrat, men tað hevur ikki eydnast at fáa orð á leiðsluna í felagnum fyri at vita, júst hvussu nógvir tilburðir vórðu staðfestir.
ÍF Føroyar hevur ikki havt venjing farnu vikuna, og allar venjingarnar eru eisini tiknar av skrá komandi viku.
– Sigast skal eisini at felagið og leikarar hava havt tætt samband við heilsumyndugleikarnar og øll tilmæli vera fylgd.











