Korona: Lægsta tal á smittaðum í fleiri vikur

Í løtuni eru 38 fólk smittað við koronu, og tað er lægsta tal síðani fyrst í juli

Áðrenn dagsins smittutøl eru komin, er talið á koronusmittaðum í Føroyum 38 fólk.

 

Hetta er lægsta tal síðani 6. juli, tá ið smittan knappliga vaks munandi.

 

Í byrjanini av juli vóru undir 20 fólk smittað við koronu samstundis, og tann 6. juli komið upp á 34 fólk.

 

Síðani vaks talið á smittaðum nógv og kom tann 15. juli upp á 132 fólk. Síðani er talið á fólki, sum eru smittað, minkað aftur, og í gjár var talið 34.

 

Møguleiki var fyri, at ólavsøka fór at hava við sær, at talið á smittaðum fór at vaksa aftur, men tað hevur ikki verið at sæð á tølunum enn.