Í morgin er nýggjársaftan og tað er eitt av teimum stóru veitslukvøldunum. Men nú korona sær út til rættiliga at hava fingið fótin fastan í Føroyum, ávara læknar fólk í eini roynd at forða fyri, at korona fer at breiða seg enn meir. Á facebook hava teir fimm heilt ítøkilig ráð til tey, sum fara at halda nýggjár:
1. Vit skulu halda nýggjár saman við so fáum folkum sum gjørligt og vit skulu í mesta lagi vera 20 fólk saman. Og vit skulu halda okkum inni í sama húsi alt kvøldið og alla náttina.
2 Tað merkir, at vit skulu ikki fara húsagongd, ella yvirhøvur inn til onnur at vitja.
3: Fara vit fara út um til kyndlagongu‚ bál, at skjóta fýrverk‚ ella til onnur felags tiltøk, skulu vit halda okkum passaliga langt frá øðrum – ella skulu vit bara vera saman við teimum‚ vit annars halda nýggjárið saman við.
4. Tey, sum hava sjúkueyðkenni‚ skulu ikki fara út millum fólk‚ men halda seg heima. Og tey skulu lata seg kanna so skjótt, sum til ber.
5. Tey‚ ið sita í sóttarhaldi fara IKKI út millum fólk at halda nýggjár.