Sjúklingar, sum verða sendir uttanlands til serviðgerð, og sum lúka treytirnar, fáa tilboð um at verða koppsettir fyri koronu, áðrenn teir fara. Og tað fáa fylgjarar teirra, sum sjúkrahúsið sendir við teimum, eisini. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu er við teimum sjúklingum, sum verða sendir til serviðgerð uttanands, og hon spyr eisini, hvussu er við starvsfólkunum á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.
Landsstýrismaðurin sigur, at í koppingarætlanini fyri Føroyar er eitt tilmæli um, í hvørjari raðfylgju teir ymsu bólkarnir skulu koppsetast. Og har standa fólk, sum eru eldri, og illa sjúk, rættiliga frammaliga.
So hvørt sum vit fáa koppingarevni, fáa alsamt fleiri bólkar tilboð um at verða koppsett fyri koronu, og tað er ókeypis Allir sjúklingar, sum verða sendir til viðgerð uttanlands, og sum lúka treytirnar í koppsetingarætlanini, fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri koronu, áðrenn tey fara úr Føroyum – og tað fáa teir fylgjarar, sum sjúkrahúsið sendur við teimum, eisini.
Landsstýrismaðurin ger eisini vart við, at tað er ikki heimild fyri at koppseta føroyingar, meðan teir eru staddir uttanlands.
Men starvsfólkið á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, sum búgva í Danmark, eru við í donski koppingarætlanini. Og í farnu viku fingu øll starvsfólkini á Sjúklingahotellinum tilboð um at verða koppsett, og tey vórðu koppsett miudagin og hósdagin í farnu viku, sigur landsstýrismaðurin.