Fyri tveimum vikum síðani samtykti Løgtingið, at Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, skuldi áseta greiðari reglur fyri, hvussu farast skal fram í sabandi við koronukanningar.
Løgtingið staðfestir, at koronukanningarnar eru so dýrar, at tær kosta eina hálva millión – um dagin, og oftani meiri enn tað. Tí vil Løgtingið tálma útreiðslunum og í hesum sambandi skuldi greiðari reglur gerast fyri, hvussu útreiðslurnar til koronukanningar fáast at lækka.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann hevur fingið eitt tilmæli frá farsóttarnevdini og tað skal viðgerast á landsstýrisfundi í morgin. Eftir tann fundin er væntandi, at løgmaður kemur við eini fráboðan um koppseting.
Men landsstýrismaðurin sigur, at væntandi verður úrslitið, at vit skulu, í nógv størri mun enn nú, fara yvir til snarkanningar, sum fólk keypa á apotekinum, ella aðrastaðni, so at tey kanna seg sjálvi.
Vanligu kanningarnar, sum vit kenna tær higartil, skulu bara gerast, tá ið ein ítøkilig orsøk er til tað. Eitt dømi kann vera at fólk skulu bara kannast á sjúkrahúsinum, tá ið landslæknin biður tey um tað, tí illgruni er ið um, at tey hava koronu, ella at tey hava havt beinleiðis samband við onkran, sum hevur havt koronu.
– Tað er eingin orsøk til at kanna frísk fólk, førdi Kaj Leo Holm Johannesen fram, tá ið Løgtingið viðgjørdi málið. Og væntandi verður tað tað, sum verður sett í verk nú.
Koronukanningarnar eru kostnaðarmiklar, og tí er tað av stórum týdningi, at kanningarvirksemið verður avmarkað til einans at umfata kanningar, sum neyðugar, hevur Løgtingið samtykt.
Eitt, sum hevur kostað nógv, er, at arbeiðspláss eru farin at krevja, at starvsfólk lata seg kanna regluliga. Í uppskotinum, Løgtingið samstykti, stendur eisini í viðmerkingunum, at í teimum førum, har arbeiðsgevarar krevja, at starvsfólkini verða kannað, eiga teir at rinda fyri tað sjálvir.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað kann ikki ganga longur, at landskassin skal rinda fyri hesar kanningarnar, so tað verður nokk eisini ein av nýggju reglunum.