Korona hevur verið gott fyri lívsdygdina á bygd

Bóndin er ikki keddur av at inntøkurnar av ferðafólki eru minkaðar niður í einki

Myndina tók Erik Christensen

– Korona hevur verið gott fyri lívsdygdina hjá okkum á bygd. Tað staðfestir André Kruse, bóndi í Saksun, turrisliga. Hann gjørdust landskendur fyri tveimum árum síðani, tá ið hann setti eitt gjaldsportur upp í Saksun, har fólk skuldu rinda 75 krónur fyri at sleppa úr á lónna. Tá segði hann, at ætlanin var at brúka inntøkurnar til at umvæla gøtur og gera aðrar ábøtur fyri.

 

Saksun er tað plássið í landinum har eina mest ferðafólk leitar sær og tey, sum búgva har, dyllja ikki fyri, at tey mangan føla seg sum um at tey eru statistar í eini framsýning, tí mangan eru ferðafólk so nærgangandi, at tað er órógvandi. Tað eru eisini nógv dømi um, at tað eru so nógv ferðafólk, at tey fáa ikki útint sítt dagliga yrki í bø og haga.

 

Men í fjør kom lítið í kassan og heldur ikki í ár er nevnivert av fólki farið um gjaldsportrið í Saksun og orsøkin til tað er sjálvsagt, at korona hevur lagt mest sum alla ferðavinnu lamna.

 

Men tað nervar ikki bóndan yvirhøvur, tí hann sigur, at tað hevur verið so deiliga friðarligt í Saksun.

 

– Korona hevur verið gott fyri lívsdygdina úti á bygd, tað er vist og satt, sigur André Kruse. Hann væntar heldur ikki nakað nevnivert av ferðafólki í summar. Men hann veit eisini, at einaferð fæst bilbukt við koronu, og so fáa vit at síggja, hvussu verður tá.

 

Gjaldsportrið í Saksun hevur verið serliga nógv frammi seinastu dagarnar eftir at løgfrøðingar hjá landsstýrinum hava mett, at portrið helst er ólógligt. Men bóndin sigur, at portrið verður standandi til tað fyriliggur ein púra greið niðurstøða um at tað er ólógligt.  

 

Les eisini: Gjaldsportrið í Saksun er helst ólógligt

 

Les eisini: Bóndin fer ikki at taka portrið niður

 

Myndina tók Erik Christensen