– Tað er nokk so keðiligt, at fólk ikki hildu tilmælini um hvussu vit skuldu halda ólavsøku í ár. Tað sigur Michael Boolsen, fúti, og formaður í farsóttarnevndini í Føroyum.
Á ólavsøku í ár varð nógv gjørt fyri at forða fyri, at fólk skuldi savnast í miðbýnum. Tað var nevniliga ringasta ræðumyndin hjá serfrøðingum í koronu, at fólk í stórum tali fóru at savnast í miðbýnum og á skeinkistøðum, tí tað økir munandi um vandan fyri, at smittan aftur fer at breiða seg.
Men á ólavsøku løgdu fólk lítið í tilmælini frá myndugleikunum. Tá ið ólavsøkan varð sett, var nógv fólk á Vaglinum, og ikki minst vóru túsundtals fólk í miðbýnum í nátt at syngja, hóast midnáttarsangurin annars varð avlýstur.
Og tað, sum fór fram, hóvar ikki formanninum í farsóttarnevndini. Tað er rættiliga keðiligt, at fólk ikki virdu tilmælini, tí tað, sum fór fram á ólavsøku, økir munandi um vandan fyri, at korona fer at breiða seg, sigur Michael Boolsen.
– Hetta var ikki tað, vit vónaðu, men vit kunnu kortini vóna, at vit verða heppin og sleppa undan smittuspjaðing. Men tað verður rættiliga spennandi at fylgja við hesar næstu fjúrtan dagarnar.
Føroyar hava verið koronufríar í meiri enn tríggjar mánaðir og tey, sum eru smittað, hava øll verið ferðafólk og útlendskir sjómenn.
Tað merkir, at tekur smittan seg upp aftur, er tað mest sannlíkt, at hon kemur uttanífrá og fútin hevur fleiri mint fólk á, nú vit eru koronufrí, hevur tað ongantíð havt so stóran týdning sum nú at vit halda tilmælini um frástøðu og reinføri.
– Tað hevur stóran týdning, at gera sær greitt, at smittan er til staðar, og tættari vit standa saman, tess størri er vandin fyri, at hon fer at breiða seg.
– Men um atburðurin hjá fólki á ólavsøki fer at fáa nakrar avleiðingar, fáa vit ikki at vita fyrr enn um nakrar dagar, leggur hann afturat.
Tilmælini um, hvussu vit skulu vera okkum at, eru nettupp bara tilmæli, tí tað stendur til fólk sjálvi at gera av um tey fylgja teimum, ella ikki.
Løgreglan segði upp undir ólavsøkuna, at tey fóru at átaka sær tann leiklutin afturat, at komu tey fram á, at tilmælini ikki vóru hildin, fóru tey minna fólk á tilmælini, hóast tey ongan myndugleika hava at spjaða eina mannamúgvu.
Men Michael Boolsen sigur, at í eini mannamúgvu upp á fleiri túsund fólk, er tað ein vónleys uppgáva.
Hann ásannar, at hevði løgreglan havt myndugleika at spjaða eina mannamúgvu, hevði tað verið lættari. Men hann skal ikki siga um tað er tann rætta mannagongdin.
– Tað er ein politiskur spurningur, sum eg onga viðmerking havi til, sigur hann.