Har var ikki alt, sum var eftir tilmælunum um korona. Tað sigur Pál Weihe, nú ólavsøkan varð sett fyri eini løtu síðani.
Í sambandi við Korona hava myndugleikarnir mælt fólki til at halda seg minst ein metur frá hvørjum øðrum. Tá ið ólavsøkan fyrireikað, varð nógv gjørt burtur úr at biðja fólk um at halda seg heima og at fylgja við í sjónvarpinum. Ætlanin var nevniliga ikki, at fólk skuldi savnast á Vaglinum fyri at avmarka smittuvandan. Og tað gekk partvís sum ætlað, tí tað var munandi minni fólk á Vaglinum enn tað plagdi vera. Men kortini heilt nógv fólk samankomið til setanina, og tey stóðu eisini rættiliga tætt saman, og tað hóvaði ikki koronaráðgevaranum.
– Eg haldi at setanin var væl fyriskipað, men summastaðni var tað nakað tjúkt av fólki. Og tað var ikki ætlanin at fólk, sum ikki kennast, og hoyra til sama húski, skuldi standa so tætt, sigur Pál Weihe.
##ms##
Her eru fleiri myndir frá setanini í dag.
Myndugleikarnir hava eisini víst á, at tað er ein fyrimunur at vera í masku, men tað var neyvan nakarm sum var í masku undir ólavsøkusetanini.
– Kanska fáa fólk seg ikki til at vera í masku, men vit skulu hava í huga, at tú skalt ikki vera í masku fyri at verja teg sjálvan. Tú skalt vera í masku fyri at forða fyri at tú smittar onnur.
– Fáa vit nógv fólk til at hugsa soleiðis, er tað eitt ógvuliga munagott, smittuverjandi tiltak, sigur Pál Weihe.
Hann sigur ikki, at fólk skulu ganga í masku tá ið tey eru til gongu eftir vegnum, men í eini mannamúgvu sum hesari í varð tá ið ólavsøkan varð sett, er tað avgjørt ein fyrimunur, sigur hann.
Hann heldur, at hetta kundi verið ein áminning á fólk um at hugsa seg um, tá ið tey fara út í kvøld um, tí tað hevur stóran týdning, hvussu fólk bera seg at.