Korona: Hetta er tað vandamiklasta av øllum

Landsstýrið arbeiðir við at fáa heimild til at krevja, at skeinkistøð og dansistøð skulu lata aftur eina ávísa klokkutíð

 

Landsstýrið arbeiðir nú við at útvega sær lógarheimild til at steingja skeinkistøð, og dansistøð við lóg eftir eina ávísa klokkutíð um kvøldið. Tað gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt á tíðindafundi í morgun um korona.

Hann sigur nevniliga, at skulu vit hugsa um smittuspjaðing, eru skeinkistøð og dansistøð tað vandamiklasta av øllum, sigur løgmaður.

Tað skal bara eitt smittað fólk fara á eina barr, so kann tað seta rættiliga ferð á smittispjaðingina aftur, sigur løgmaður.

Hann sigur, at tað kann verða ein galin endi, tí á einum skeinkistaði, ella einum dansistaði, er tað vónleyst at fáa greiði á, hvønn tann smittaði hevur havt samband við og tí er eisini vónleyst at fylgja smittuketuni fyri at fáa bilbukt við henni.

Hann nevnir Suðurkorea sum ræðudømi. Har høvdu tey fingið tamarhald á korona, men so fór ein maður við korona á barr, og tá endaði galið, tí nú er smittan aftur bara at breiða seg við fullari ferð.

– Tað er ein orsøk til, at eisini onnur lond hava aftra seg við at lata náttarlívið upp aftur, sigur løgmaður. Og tað má ikki henda, at náttarlív og stevnur og festivalar verða atvoldin til, at smittan fer at breiða seg aftur, sigur hann.

Annars er tilmælið nú, at matstovur og dansistøð skulu lata aftur klokkan 22 um kvøldið, men tað hevur ikki verið hildið í fleiri vikur.

Og løgmaður sigur, at nú arbeiðir landsstýrið við at útvega sær lógarheimild til at krevja, at dansistøð og barrir skulu lata aftur eina ávísa klokkutíð.

Løgmaður sigur, at skal landsstýrið fáa heimild til tað, skal málið leggjast fyri Løgtingið og tað er hetta, landsstýrið arbeiðir við.