Korona herjar aftur: Skúlagongdin verður -næstan sum vanligt

Tað fer at ávirka skúlarnar eitt lítið sindur, at korona er farið at herja aftur

Skúlagongdin verður – næstan – sum vanligt í morgin. Korona er aftur farin at taka seg upp og í gjár vórðu heilir 16 tilburðir staðfestir. Tað hevur fingið avleiðingr fyri ítrótt og kirkjugong og annað, sum er avlýst.

 

Fyri einum ári síðani setti Mentamálaráðið ein bólk at viðgera viðurskiftini í skúlanum í sambandi við koronu. Har eru eisini læknar við og tann bólkurin hevur havt fund í dag.

 

Bólkurin sigur í eini fráboðan, at neyðug stig eru tikin á teimum dagstovnum og skúlum sum eru beinleiðis raktir av smittu. Tað merkir, at Landslæknin hevur verið í samband við tey og lagt til røttis, hvussu tey skulu fara fram.

 

Men annars hava skúlar, dagstovnar og frítíðarskúlar opið í morgin sum vanligt, sigur bólkurin. Men heitt verður á øll um at verða serliga varin og fylgja tilmælum um frástøðu, vaska sær um hendurnar. Tað verður eisini mælt til at halda flokkarnar  at skyldar í skúlunum, bæði í undirvísingini og fríkorterunum. Tað sama er galdandi fyri stovurnar á dagstovnunum.

 

Annars fylgja tey væl við støðuni og verður tað neyðugt, verða fleiri stig tikin beinanvegin.