Korona: Hava hótt starvsfólk við lívinum

Fútin sigur, at hetta kann ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum

Fútin vil hava at tey, sum eru fyri ágangi, melda tað til løgregluna

Tað kann ikki góðtakast undir nøkrum umstøðum, at starvsfólk í heilsuverkinum, og onnur starvsfólk, sum standa í fremstu røð í sambandi við koronu, verða hótt og útskeldað.

 

Tað siga bæði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Michael Boolsen, fútin. Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann hevur fingið upplýsingar um, at fólk eru løgst á starvsfólk við ókvæmisorðum, og hava skammað tey út í sambandi við, at tey hava røkt sítt arbeiðið í royndunum at basa koronu.

 

Fútin sigur, at talan er eisini um brot á revsilógina, tí tað eru eisini dømi um, at starvsfólk eru hótt eftir lívinum. Hann sigur, at eitt dømi er um, at ein hevur sagt við eitt starvsfólk, at »nú fari eg heim eftir byrsuni og so skjóti eg teg«

 

Fútin sigur, at hetta verður ikki góðtikið undir nøkrum umstøðum. Tí hevur hann verið í samband við leiðsluna í heilsuverkinum í morgun og hara er avtalan, at eru starvsfólk fyri ágangi ella hóttanum, skal tað meldast beinanvegin. Løgreglan fer so at viðgera málini beinanvegin og at streingja á fyri at fáa tey fyri rættin sum skjótast.

 

Fútin vil hava at tey, sum eru fyri ágangi, melda tað til løgregluna