Korona: Gullveitslan hjá KÍ er útsett

Støðan við koronusmittuni hevur við sær, at nevndin í KÍ hevur gjørt av at útseta ársveitsluna ein lítlan mánað, og verður veitslan hildin leygarkvøldið 20. november 2021

Mongu smittutilburðirnir av koronu seinastu tíðina hava við sær, at nevndin í KÍ hevur gjørt av at útseta ársveitsluna, sum eftir ætlan skuldi vera leygarkvøldið í Badmintonhøllini, skrivar heimasíðan hjá KÍ.

 

Nevndin ger greitt, at tað snýr seg um heilsuna hjá fólki, og við verandi koronustøðu er løtan ikki tann rætta til at savna fleiri hundrað fólk til gullveitslu, sum annars var lagt upp til, nú bæði kvinnurnar og menninir í Betrideildini eru føroyameistarar.

 

- Vit harmast sjálvsagt um at útseta veitsluna, men hetta er tað rætta at gera, sum støðan er í løtuni, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, og leggur afturat, at nú ræður um at hava tol, meðan bíðað verður eftir, at tamarhald aftur er á koronustøðuni.

 

Ársveitslan hjá KÍ verður sostatt hildin leygarkvøldið 20. november 2021 klokkan 19.30 í Badmintonhøllini.