Heldur ikki í gjár var nakar føroyingur funnin við koronu. Tað sigur Landslæknin nú á miðdegi. Hetta er sostatt fimti dagur upp í slag uttan at nakar er funnin við smittuni, og í gjáv vórðu 1.011 fólk kannað.
Tilsamans eru nú 89.790 kanningar gjørdar í Føroyum.
Annars hava 411 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tilsamans eru nú 357 persónar frískir aftur, og sostatt eru 54 persónar smittaðir í løtuni. Tvey fólk eru innløgd á sjúkrahúsi í samband við koronu, men eingin á intensivari deild.