Í gjár vórðu fýra nýggir smittutilburðir av covid-19 staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Ein persónur fekk staðfest smittuna við kanningini við komu til Føroya, hinir tríggir tilburðirnir eru partur av kendari smittuketu.
1708 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið. Tilsamans eru gjørdar 345.674 kanningar í Føroyum.
Í løtuni eru 104 persónar smittaðir við COVID-19.