Korona ávirkar nógv skeiva vegin kring Evropa.
Tað er vorðið sera tungt hoyggj hjá fyrireikarunum av bestu týsku hondbóltsdeildini, Bundesliguni at gjøgnumføra kappingina.
Korona hevur ført til, at ein rúgva av dystum eru útsettir, og nú nú hevur Bundesligan boða frá, at stórur vandi er fyri, at kappingin ikki kann gjøgnumførast.
Rúgvan av útsettum dystum hevur rúgvað seg somikið nógv upp, at tað er ein stórur trupuleiki at fáa avgreitt allar teir útsettu dystirnar.
Stjórin í Bundesliguni, Frank Bohmann sigur við týskar miðlar: - Tað er ein stórur vági, at vit ikki røkka at gera kappingarárið liðugt har øll 20 liðini í deildini hava spælt 38 dystir.
Tey 20 liðini í Bundesliguni hava spælt millum 10 og 16 av teimum 38 dystunum, og hava sostatt millum 22 og 28 dystir eftir at spæla nú vit eru komin væl inn í februar, og tí sær tað svart út at avgreiða kappingina.