Korona: Fólk skulu ikki fara í býin um vikuskiftið

Men ráðgevari í koronu heldur kortini, at avgerðin hjá skeinkistøðunum er ein hjálp – men hon er ikki í samsvari við tilmælið frá sjúkrahúsverkinum

Nú er vikuskiftið í hondum og tá plagar nógv fólk at fara í býin at ballast. Kanska verður serligiga nógv fólk í býnum hetta vikuskiftið, tí í dag er J-dagur, tað er dagurin, tá ið ársins jólabryggj verður at fáa.

 

Men. vit eru eisini í teirri støðu, at korona herjar yvir landið, sum ongantíð áður og tí hevur landsstýrið mælt til, at sosiala sambandið ímillum fólk verður avmarkað. Sostatt verður mælt til, at í mesta lagi 50 eru samlað á einum stað og mælt verður til, at fólk hugsa um reinføri og um ikki at standa ov tætt saman.

 

Les meiri um tilmælini hjá landsstýrinum her: Her eru nýggjastu tilmælini hjá landsstýrinum

 

Men skeinkistøðini ætla ikki at lurta eftir landsstýrinum, tí tey fara at hava opið sum vant. Kortini hava tey avgjørt, at tey fara at krevja koronupass frá teimum, sum ætla sær inn. Koronupassið er prógv um, at fólk eru koppsett og at tað eru minst átta dagar síðani tú fekst ta seinnu sproytuna. Koronupassi vísir eisini um fólk eru kannað fyri koronu, og at kanningin er í mesta lagi vera 72 tímar gomul, ella fýra dagar gomul.

 

Les meiri her: Náttarlívið lurtar ikki eftir løgmanni

 

Men Pál Weihe, ráðgevari í koronu heldur, at tilmælini hjá landsstýrinum eru ikki nokk og tí mælir hann til, at vit víðka tey.

 

Les meiri um tað her: Korona: Mælir til at víðka tilmælini hjá landsstýrinum

 

Hann sigur, at nú skeinkistøðini ikki vilja halda tilmælini frá landsstýrinum, fær hann kortini at heita á heita á viðskiftafólini hjá teimum um at sita heima. Sostatt mælir hann fólk frá at fara í býin. Sum heild heldur hann, at vit eiga at avmarka kappa alla samveru við onnur, so nógv, sum tilber, uttan í sambandi við arbeiði og nærmastu familjuna.

 

Pál Weihe sigur sigur, at tað er ein trygd á tí, at skeinkistøðini fara at krevja koronupass frá fólki, annars sleppa tey ikki inn. Men samstundis sigur hann, at hetta samsvarar ikki rættiliga við áheitanina frá sjúkrahúsverkið um at fólk, skulu ikki lata seg kanna uttan so, at tey hava eina serliga grund til tað.

 

Les meiri her: Hesi skulu ikki lata seg kanna fyri koronu

 

Tað merkir, at fólk skulu bara lata seg kanna tá ið tey hava sjúkueyðkenni, eru komin uttanlands, ella at tey hava verið í veitslu. Onnur eiga ikki at lata seg kanna fyri at lætta um trýstið á kanningarstøðirnar.

 

Pál Weihe sigur eisini, at skulu vit krevja, at fólk skulu vísa koronupass, mugu vit eisini hava nokk av orku til at kanna øll, sum vilja kannast – samstundis sum at sjúkrahúsverkið hevur heitt á fólk um ikki at lata seg kann, uttan at tey hava eina ítøkiliga orsøk til tað.