Korona: Fólk noyðast at brynja seg við toli

Kanningarstøðin í Hoydølum hevur opið til á midnátt fyri at halda tørn

Tað er so stórt trýst á støðini, sum kanna fólk fyri koronu, at fólk mugu brynja seg við toli. Tað sigur Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya. Korona herjar sum ongantíð áður og smittutølini seta met dag um dag. Sosatt eru eisini nógv, sum verða send til kanningar tað verða upp ímóti 4.500 fólk kannað um dagin.

 

Hinvegin hava fólk gramt seg um, at. tað er so ringt at fáa tíð. Í Klaksvík eru ongar tíðir, men í Havn er bíðitíðin tveir dagar.

 

Steinar Eirikstoft sigur, at síðani allar tíðirnar í Havn vórðu uppi, hava tey gjørt av at hava kanningarstøðina í Hoydølum longri opið, so nú er hon opin til á midnátt, so nú eru aftur tíðir at fáa til kanningar í Hoydølum, bæði seint í kvøld og í morgin. Í dag kunnu tey sostatt gera 500 kanningar afturat og í morgin verða eisini 500 kanningar gjørdar fleiri enn upprunaliga ætlað.

 

Hann sigur, at tað er nógv fólk sett av til at kanna fólk fyri koronu, so kanningarorkan er stór. Upp á tveir dagar hava tey kannað 10.000 fólk fyr koronu, og vit klára at greina allar kanningarnar, so hann heldur, at kanninarorkan er stór.

 

– Men tá ið trýstið veksur so brádliga, verða fólk noydd at brynja seg við toli, leggur hann afturat. Hann sigur, at tað er einki skynsemi í at leggja kanningarorkuna eftir tí støðinum sum er nú, har ógvuliga stórt trýst er á kanningarstøðini. Hinvegin regulera tey kanningarorkuna við at hava longri og styttri opið, alt eftir tí, tey hava fólk til.

 

Hann sigur, at tað eru eisini umsóknir komnar frá nøkrum kommunum um at hava fleiri kanningarstøðir og tað eru tey nú í samskifti við kommunurnar um. Men nær nakað hendur á tí økinum, er óvist. Men skal tað verða, verða tað kommunurnar, sum standa fyri at útvega starvsfólk og høli, og at fáa royndirnar til Havnar til greiningar. Hinvegin er Sjúkrahúsverkið  sinnað at læra fólk at brúka útgerðina og at kanna fólk.