Korona fekk ikki Seawest at vaska

- Tá vit høvdu hugt runt í húsinum, sóu vit, at nógvastaðni hevði als eingin reingerð verið, sigur familja úr Odense, ið vitjaði á Seawest, sum hevur havt fleiri korona-tilburðir.

 

Sama dag, sum frítíðardepilin - Seawest í Nørre Nebel í Danmark - hevði boðsent fólki at gera korona-testir fyri at mana allan iva um korona-smittu í jørðina, kom ein donsk familja úr Odense til eini gravskitin hús í frítíðardeplinum. 

Tað er nevniliga á Seawest-frítíðardeplinum, at sjey tilburðir hava verið við korona-smittu, og tí høvdu mong væntað, at reinføri eftir hesar tilburðir var í hásæti. Men, soleiðis var als ikki, tá familjan úr Odense koma á vitjan. 

- Vit vórðu møtt av einum innistongdum royki. Tá vit høvdu hugt runt í húsinum, sóu vit, at nógvastaðni í húsinum hevði eingin reingerð verið, sigur familjan úr Odense, sum hevur sent Seawest fleiri myndir sum skjalprógv.

Sølu-og marknaðarleiðarin hjá Seawest, Kent Lodberg, viðgongur, at myndirnar, sum familjan hevur sent teimum, vísa, at alt ov lítið skil hevur verið á reingerini í hesum føri, og hann lovar, at hond verður tikin um hetta.

Familjan sigur, at baðirúmið og baðikarið ikki høvdu sæð skuggan av reingerð, og her funnu tey kynshár av fólki. Stikkontaktir vóru feittutar, og gamal skittur var á sofum og stólum. Gamal skittur var eisini á handtøkum og komfýri.

##med2##

##med3##