Tann nýggi omikron varianturin av koronu breiðir seg so skjótt, at tað elvir til stúran í teimum stóru ídnaðarlongunum. Og tey sjey stóru ídnaðarlondini, G7 londini, hava nú staðfest, at í løtuni er omikron tann størsta hóttanin ímóti fólkaheilsuni runt um í verðini, siga tey í tíðindaskrivi, sum er endurgivið í miðlunum, eisini tv2.
Tey sjey G7 londini, Frakland, Týskland, Italia, Japan, Stórabretland, Kanada, USA, og umboð fyri ES, hava havt fund um støðuna og har varð víst á, at tey stúra illa fyri omikron variantinum, tí hann smittar so illa og spjaðir seg so skjótt.
Tí eru londini samd um at leggja dent á fáa koppsett so nógv sum gjørligt og yvirhøvur skulu londini samstarva meiri. Tv2 endurgevur amerikanska forsetan, Joe Biden, fyri at siga, at tey, sum ikki eru koppsett standa fyri einum hørðum vetri við álvarsligari sjúku og deyða.
Serliga verður stúrt fyri støðuni í fátæku londunum, har tey ikki eru komin serliga langt at koppseta fólk og G7 londini eru samd um, at øll heimsis fólk eiga at fáa atgongd til koppingarevni.
Hendan dagin ávaraði alheims heilsustovnurin, WHO, ímóti at lítisgera omikron, tí tað er staðfest í næstan hundrað londum, men uttan iva er tað í flestu londum nú. WHO sigur, at omikron breiðir seg skjótari enn nakar annar korona-variantur og tey ávara ímóti at lítisgera smittuna. Tey siga, at hóast nógv fólk ikki vera serliga sjúk av omikron, er vandi fyri, at so nógv fólk fara at verða sjúk, at tað fer at leggja heilsuverkini lamin, serliga í londum, har heilsuverkini ikki eru so framkomin.
WHO ávarar eisini ímóti, at koppseting er ikki nóg mikið til at basa omikron og tí mugu onnur tiltøk verða sett í verk eisini, eitt nú at halda frástøðu, at hugsa um reinføri og frástøðu.
Annars verður stjórin í Pfizer endurgivin fyri at sita, at í 2024 verður korona ikki longur ein alheimsfarsótt, men ein staðbundin farsótt sum ein influensa, sum rakar nøkur fólk, ella sum bara gongur í ávísum økjum. Men fortreytin fyri tí er, at órinsverjan verður nóg sterk hjá einu nóg stórum part av fólkinum.