Eftir at talið á koronatilburðum var minkandi aftur í nakrar dagar, er smittutalið nú nógv hækkað aftur. Landslæknin sigur, at í gjár vórðu nevniliga 51 tilburðir staðfestir av koronu, og tað er næstan tvær ferðir so nógv sum í fyrradagin, tá ið tað vóru nakrir og tjúgu tilburðir.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu. Í gjár vórðu 2.628 fólk kannað fyri koronu. Í løtuni eru 450 smittað, fimm fólk eru innløgd, og tíggju eru deyð við koronu í Føroyum.